Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Maskinmeistarafelagið eru nú farin undir at samráðast um teir tríggjar sáttmálarnar partanna millum, sum báðir ganga út 1. mars í ár.
Hósdagin í farnu viku handaðu partarnir hvørjum øðrum krøv teirra til broytingar í sáttmálunum, og næsti samráðingarfundur verður 30. januar.