Partarnir handaðu krøvini týsdagin í farnu viku
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið eru nú farin undir at samráðast um sáttmálan fyri Føroya Tele og sáttmálan fyri Posta, sum báðir ganga út 31. desember í ár.
Týsdagin í farnu viku handaðu partarnir hvørjum øðrum krøv teirra til broytingar í teimum báðum sáttmálunum. Næsti samráðingarfundur verður fríggjadagin komandi, og samráðingarfundir eru annars avtalaðir at verða komandi vikurnar.