Samskifti á Gentuvesinum flutt til 28. januar

17. januar. 2022 | Tíðindi | KT- og samskifti

Sum so nógv annað nú um dagarnar, er heimleiðistiltakið “Samskifti á Gentuvesinum” flutt vegna Corona.

Tað er felagið Samskifti, sum hevur bjóðað teimum báðum á Gentuvesinum at viðgera føroysk lýsingarátøk til ung. Tað eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard, sum hava væl umtóktu ungdómssendingina Gentuvesið. Í sendingini skipa tær panel við gestum, har alskyns spurningar frá lurtarum verða viðgjørdir.

Samskifti á Gentuvesinum verður skipað á sama hátt. Útvarpsvertirnir koma at siga sína hugsan um lýsingarátøkini, sum føroysku samskiftisfyritøkurnar hava gjørt, har ung eru málbólkurin.

Heimleiðistiltakið verður fríggjadagin 28. januar kl. 15 í Vinnuhúsinum. Tiltakið er fyri limir í Samskifti.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya