Samskiftisfyritøkur grillaðar á Gentuvesinum

31. januar. 2022 | Tíðindi | KT- og samskifti

Fríggjadagin var væleydnaða tiltakið Samskifti á Gentuvesinum. Flestu limirnir luttóku, tá tær báðar á Gentuvesinum viðgjørdu lýsingarátøk til ung.

Tiltakið varð skipað soleiðis, at tær báðar Rannvør og Annika høvdu fingið fýra ymiskar lýsingar sendandi frammanundan. Tveir filmar, ein plakat og eitt SoMe átak. Síðani blivu hesar lýsingarnar viðgjørdar í mun til ung sum málbólkur.

Tað er eingin loyna, at trend millum ung flyta seg skjótt. Tí eru lýsingar til ung nakað av tí truplasta at framleiða. Tær báðar á Gentuvesinum greiddu frá, hvussu tær upplivdu lýsingarnar. Nógvir spurningar vóru millum áhoyrararnar, sum týðiliga fegnaðust um erlig og grundað ummæli.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya