480404616 658195833293948 5528506643049908417 N (1)
Samskifti

Samskiftisvinnan hittist til heimleiðstiltak

24. februar. 2025 | Tíðindi | KT- og samskifti

Hvussu kunnu vit fyribyrgja strongd í gerandisdegi við nógvari ferð? Og hvussu verður marknaðarføringslógin bjóðað av í Føroyum? Hesir spurningar vórðu svaraðir, tá ið skipað varð fyri tiltaki í Vinnuhúsinum

Fríggjadagin í farnu viku varð skipað fyri heimleiðstiltaki í Vinnuhúsinum. Tað var vinnugreinafelagið Samskifti, sum skipaði fyri, og evnini vóru alt frá kreativiteti, strongd og lóggávu innan marknaðarføring.

Fitt av fólki var komið at lurta, tá ið Michael Koba, Pál Weihe og Rannvá Sólheim høvdu fyrilestur um ávikavist heilan í íverksetan og skapan, strongd í gerandisdegi við nógvari ferð og viðkomandi greinum í marknaðarføringslógini, sum ofta verða avbjóðaðar í føroyskari marknaðarføring.

Stutt um Samskifti
Samskifti skipar javnan fyri heimleiðstiltøkum fyri limum felagsins. Endamálið við felagnum eins væl og tiltøkunum, sum felagið skipar fyri, er at geva íblástur og kunning til samskiftisvinnuna og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum.

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL