Sansir veitari til føroyska landabásin á sølumessu í Brússel

20. januar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

6. til 8. mai verður Seafood Expo Global, sum er heimsins stórsta sølumessa innan sjógæti. Føroyskar fyritøkur hava luttikið á Seafood Expo Global fleiri ár á rað, og í ár verður eisini ein føroyskur landabásur í Brússel.

Vinnuhúsið samskipar føroyska landabásin, og í november 2013 varð søkt eftir veitara til sniðgeving, upptøku og niðurtøku av básinum.

Mikudagin 15. januar varð avtala gjørd og undirskrivað við Sansir. Sansir hevur tískil fingið ábyrgdina av sniðgeving og øðrum praktiskum tænastum á landabásinum, og tey koma at arbeiða í tættum samstarvi við Vinnuhúsið og luttakandi fyritøkurnar.  

Á myndini eru: Høgni Rasmussen (Sansir),

Lena L.  Mohr (Sansir), Niels Winther (Vinnuhúsið)

og Jórun Gardar Bringsberg (Vinnuhúsið).

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya