Hækkingarnar eru á sama støði, sum teir sáttmálar, Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í ár

Sáttmálarnir hava við sær eina lønarhækking á 1,25 % hin 1. januar 2011 og 2,37 % hin 1. januar 2012. Hækkingarnar eru sostatt á sama støði, sum teir sáttmálar Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt higartil í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði við arbeiðarasáttmálunum í vár.