Hóast samráðst hevur verið síðan týsmorgunin, eru Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini ikki enn komin á mál við samráðingunum um nýggjar sáttmálar.
Partarnir eru tí samdir um at leingja sáttmálarnar til týsdagin 3. mai á midnátt.
Sáttmálasamráðingarnar byrja aftur mánamorgunin 2. mai.