1 (5)

Sáttmáli gjørdur við Sansir um føroyska landabásin á fiskavørumessuni í Barcelona

24. juni. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tað verður Sansir, sum skal standa fyri at byggja føroyska landabásin á fiskavørumessuni Seafood Expo Global í Barcelona í 2025. Eisini fer Sansir at veita aðrar tænastur í hesum sambandi

6. til 8. mai 2025 verður Seafood Expo Global, sum er heimsins størsta sølumessa innan sjógæti. Føroyskar fyritøkur hava luttikið á Seafood Expo Global frá byrjan.

Nýggj avtala
Føroya Arbeiðsgevarafelag samskipar føroyska landabásin, og í mars 2024 bjóðaði Føroya Arbeiðsgevarafelag uppgávuna út í almennum útboði, og setti eina metingarnevnd við fólki úr Vinnuhúsinum og umboðum fyri luttakandi fyritøkurnar á føroyska landabásinum.

Mikudagin 19. juni varð avtalað undirskrivað við Sansir. Sansir hevur tískil fingið ábyrgdina av sniðgeving og øðrum praktiskum tænastum á landabásinum, og tey koma at arbeiða í tættum samstarvi við Vinnuhúsið og luttakandi fyritøkurnar.

Farið verður nú undir at fyrireika gólvplássið til 2025. Freistin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag at lata umsóknina til fyriskipararnar av messuni um gólvpláss er í juli 2024.

Annað á breddanum

  1. Semja um nýggjan sáttmála við Samverk

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    08. Apríl. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samverk
  2. Vinnuhúsið á vitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    Myndafrásøgn: Tveir dagar, átta fyritøkur og óteljandi góðar samrøður. Týsdagin og mikudagin í farnu viku vóru starvsfólkini í Vinnuhúsinum á virkisvitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    07. Apríl. 2025 | Almenn tíðindi
    Havsbrún 1
  3. Barbara nýggj í Samskifti

    Barbara Maria Lamhauge er nýggj í nevndini í felagnum Samskifti.

    07. Apríl. 2025 | KT- og samskifti
    Nevnd Samskifti 2025