Føroysku peningastovnarnir og Elektron fáa munandi fyrimunir av at samstarva við Skandinavisk Data Center (SDC). Raksturin hjá peningastovnunum verður bíligari, og Elektron fær høvi at menna skipanir til 146 norðurlendskar peningastovnar
Orðaskifti hevur tikið seg upp um, at føroysku peningastovnarnir fyri einum knøppum ári síðan gjørdu samstarvsavtalu við fyritøkuna SDC, sum stendur fyri at menna og reka skipanir fyri 146 peningastovnar í Norðurlondum.
Samsvarandi hesi avtalu arbeiða føroysku peningastovnarnir í løtuni við at knýta seg í SDC, men hetta merkir ikki, at samstarvið við Elektron, sum peningastovnarnir eiga saman við landinum, er í ferð við at halda uppat.
Tvørturímóti hava peningastovnarnir gjørt stórar íløgur í útgerð til Elektron í sambandi við umleggingina, og hóast SDC fer at veita peningastovnunum summar grundskipanir, fer Elektron framvegis at standa fyri øllum samskiftinum hjá peningastovnunum og veita teimum serskipanir.
Avtalan við SDC er gjørd, tí peningastovnarnir fáa munandi rakstrarfyrimunir av at samstarva um grundskipanir í einum stórum felag heldur enn einum lítlum. Á einum altjóðagjørdum marknaði er hetta neyðugt fyri at tryggja kappingarførið.
Samstundis sum peningastovnarnir fara at samstarva við SDC, fær Elektron høvi at førleikamenna seg munandi meira enn frammanundan, tí avtalað er, at Elektron skal menna nýggjar skipanir til teir 146 norðurlendsku peningastovarnir í SDC og ikki einans teir føroysku.
Á hendan hátt fær Elektron sera góðar møguleikar at vaksa og knýta týðandi handilssambond við útheimin – úr Føroyum.
Ført hevur verið fram, at løgtingið missir lóggávurættin yvir føroysku peningastovnunum og teirra virksemi, um teir fara at samstarva við SDC. Hetta er ikki so, tí so leingi ein fyritøka rekur vinnuvirksemi í Føroyum, er hon undir føroyskari lóggávu, og hetta verður eisini galdandi fyri peningastovnarnar í framtíðini.
Vanligt er í dag, at samstørv millum KT-fyritøkur og peningastovnar fara fram tvørtur um landamørk. Eitt nú hava amerikanskir peningastovnar grundskipanir hjá KT-fyritøkum í India, tí hetta loysir seg best, og samstarvið í SDC er onki øðrvísi. Norskir, svenskir, danskir og skjótt føroyskir bankar samstarva um somu grundskipanir í sama felag.
Trygdin í sambandi við upplýsingar hjá viðskiftafólkum verður framvegis í hásæti, og hvørki SDC, Elektron ella peningastovnarnir fara nakrantíð at slaka upp á hana, tí trygd og álit eru avgerandi fyri trúvirðið hjá peningastovnum og KT-fyritøkum.
Tá ført verður fram, at trygdin minkar, tí transaktiónnir hjá føroyskum bankakundum skulu av landinum, kennir Felagið Føroyskir Peningastovnar seg noytt at vísa hesum aftur. Føroyingar hava síðan 1987 brúkt FR-kortið, ið virkar soleiðis, at upplýsingar fara av landinum til viðgerðar. Hetta hevur í 23 ár ikki verið nakar trupulleikar og verður tað heldur ikki í samstarvinum við SDC.
Føroysku peningastovnarnir eru sannførdir um, at menningarmøguleikarnir hjá bæði peningastovnunum og Elektron verða munandi betri, um samstarvið verður víðkað út um landoddarnar. At ganga øvugtan veg er at avmarka hesar møguleikar.
Felagið Føroyskir Peningastovnar
Nærri upplýsingar: Janus Petersen, formaður, tlf. 330330
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi