Aliráðstevnan 2018 verður komandi fríggjadag 2. mars á Hotel Føroyum. Seinasta freist at melda til Aliráðstevnuna er í morgin týsdagin 27. februar.
Á Aliráðstevnuni verða í ár styttri og longri framløgur um evni, sum eru viðkomandi fyri alingina. Hugt verður aftur á, hvussu árið 2017 hilnaðist, og eisini eftir útlitunum fyri komandi tíðina. Dagurin endar sum vant við, at besta úrslit hjá ávíkavist alistøðum á sjónum og hjá smoltstøðunum verður kosið. Øll skráin fyri Aliráðstevnuna sæst her.
Veitsluhaldið byrjar í ár fyrr enn vanligt, og verður eisini skipað øðrvísi. Í staðin fyri vanligt borðhald, verður veitslan skipað við ymiskum matarstøðum, og tað verður meira gjørt burturúr undirhaldinum.