Ferðavinnustevnan

Seinasta freist at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin

06. november. 2023 | Tíðindi | Ferðavinna

Ársins Ferðavinnustevna verður á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 10. november.

 

Mikudagin á midnátt er seinasta freist at melda seg til Ferðavinnustevnuna 2023. Í ár verður dagurin skipaður við ráðstevnu seinnpart og síðani við veitslu um kvøldið. Á veitsluni verða  ársins ferðavinnufólk, ársins eldsál og ársins nýbrot kosin. Lagt verður upp til ein kveikjandi, áhugaverdan og stuttligan dag, har vit seta føroysku ferðavinnuna í miðdepilin og hátíðarhalda hendingaríka ferðavinnuárið 2023.

Tað er Ferðavinnufelagið, sum skipar fyri Ferðavinnustevnuni. Endamálið er at savna ferðavinnuna til hátíðarhald, íblástur og óformliga samveru. Stevnan hevur verið hildin síðani 2015, tó ikki í 2020 vegna koronu.

Skráin fyri Ferðavinnustevnuna:

Veitslan byrjar kl. 18.00 beint eftir ráðstevnuna. Lagt verður út við brellbitum í Katrinu Christiansen og kl. 19.30 verður farið í veitsluhølið Panorama.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya