Ferda
Ferðavinnufelagið

Seinasta freist at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin

04. november. 2024 | Tíðindi | Ferðavinna

Hátíðardagurin hjá føroysku ferðavinnuni verður komandi fríggjadag 8. november.

Skráin fyri Ferðavinnustevnuna er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum, og sjálvandi avdúkingin av ársins ferðavinnufólk, ársins eldsál og ársins nýbrot.

Á Ferðavinnustevnuni verða í ár bæði føroyskir og útlendskir fyrilestrarhaldarar, sum fara at leggja fram um ymisk evni innan ferðavinnu. Á skránni vera millum annað Anders Lund Madsen, útvarps- og sjónvarpsvertur, Rutt Hjelm frá Sydhavnens Vinbar & Vinbutik, Tóra Jóhannusardóttir, Lunnar, og Magni Mohr, Fróðskaparsetur Føroya. Vit fara at hoyra fyrilestrahaldararnar hugleiða og greiða frá um framtíðina hjá føroysku ferðavinnuni, vertskap, kundaferð og vinnuferðavinnu.

Kl. 15.30  SKRÁSETING

Kl. 15.50  VÆLKOMIN

Kl. 15.55  Skapa talgildar upplivingar
                Tóra Jóhannusardóttir, Lunnar

Kl.. 16.15  Vísindaligar ráðstevnur í Føroyum
                  Magni Mohr, Fróðskaparsetur Føroya

Kl. 16.35      STEÐGUR


Kl. 17.10
  Frá Pandemi til Gazelle - Ein vínferð
                 Rutt Hjelm, Sydhavnens Vinbar & Butik

Kl. 17.30  Færøsk Turismes Fremtid
                 Anders Lund Madsen

Kl. 18.00  RÁÐSTEVNAN ENDAR
                   - og veitslan byrjar

Seinasta freist at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin á midnátt.

Annað á breddanum

  1. Aliráðstevnan verður fríggjadagin 28. februar

    Setið kross í kalendaran 28. februar, tá árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum

    13. Januar. 2025 | Havbúnaður
    Billede1
  2. Nýggjur samskiftisráðgevi í Vinnuhúsinum

    Vinnuhúsið hevur sett Áka Leitisstein Hansen í starv sum samskiftisráðgeva

    13. Januar. 2025 | Almenn tíðindi
    Áki Leitisstein Hansen Vika 3
  3. Nýggjur faldari til útlendsk starvsfólk

    Vinnuhúsið og Útlendingastovan hava í samstarvi gjørt nýggjan faldara til útlendsk starvsfólk.

    06. Januar. 2025
    14Df86a26f309af3d8b49339cbf17f39464397f5 W1152 H0 Fs