Hátíðardagurin hjá føroyskari vinnu verður fríggjadagin. Melda til á www.industry.fo
Áhugin fyri Vinnudegnum er aftur í ár stórur, og væntandi verða knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og fólk, sum hava tilknýti til føroyska vinnu, í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 1. oktober.
Skráin fyri Vinnudagin 2011 er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum, spennandi kjaki og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Ársins Átaki.
Á skránni eru fyrilestrar við Deiric McCann frá Profiles International, Sigvald Rist, stjóra í Lofotprodukt og føroysku Juannu Schrøter Joensen, sum er Ph.D. í búskaparfrøði og adjunktur á Handelshögskolan i Stockholm.
Aftur hesuferð verður spennandi kjak á skránni. Kjakið verður undir heitinum “Eitt sterkt vinnulív – eitt sterkt samfelag” og til at kjakast um hetta evni hava vit fingið Ingunn Eiriksdóttir, forkvinnu í Kappingarráðnum, Johnny í Grótinum, íløgustjóra í BankNordik og Tummas Justinussen, stjóra í Supply Service. Kjakið verður stýrt av tveimum av okkara fremstu journalistum, Brynhild Thomsen og Una Arge.
Tilmelding til Vinnudagin fer fram á www.industry.fo ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.