Seinasta freist at melda til Vinnudagin 2012 er mikudagin

24. september. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nærum fullsett til hátíðardagin hjá føroyskari vinnu, sum verður fríggjadagin. Melda til á www.industry.fo

Áhugin fyri Vinnudegnum er aftur í ár stórur, og væntandi verða knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og fólk, ið hava tilknýti til føroyska vinnu, í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 28. september.

Skráin fyri Vinnudagin 2012 er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum, spennandi kjaki og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Ársins Átaki.

Á skránni eru  fyrilestrar við Asger Aamund, stjóra í A. J. Aamund og nevndarformaður í Bavarian Nordic, Jóannes Niclassen, stjóra í MT Højgaard í Grønlandi og Ragnar Joensen, stjóra í Marine Harvest Norway.

Aftur hesuferð verður spennandi kjak á skránni. Kjakið verður undir heitinum “Skal føroyskt vinnulív hava sersømdir?”. Til at kjakast um hetta evni hava vit fingið Maluna Johansen, búskaparfrøðing, Fróða Magnussen, stjóra á Formula og Árna Winther, stjóra á Árni Winther Arktitektar. Kjakið verður stýrt av Una Arge og Liljan Weihe.

Tilmelding til Vinnudagin fer fram á www.industry.fo ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya