Seinasta freist at melda til Vinnudagin 2013 er mikudagin

23. september. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hátíðardagurin hjá føroyskari vinnu verður fríggjadagin. Melda til á www.industry.fo

Áhugin fyri Vinnudegnum er aftur í ár stórur, og væntandi verða knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og fólk, sum hava tilknýti til føroyska vinnu, í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 27. september.

Skráin fyri Vinnudagin 2013 er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum, spennandi kjaki og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Ársins Átaki.

Á skránni eru  fyrilestrar við Jesper Møller, forstjóra í Toms Gruppen, Geir Johan Bakke, forstjóra í Havyard Group og Anitu Hoffer, CSR-serfrøðingi í Grønlands Arbejdsgiverforening.

Aftur í ár verður spennandi kjak á skránni – hesuferð um skattanýskipan. Til at kjakast um hetta evnið hava vit fingið Ben Arabo, stjóra í Atlantic Petroleum, Gudny Langgaard, stjóra í Vodafone og Kára Petersen, búskaparfrøðing. Kjakið verður stýrt av Stefan í Skorini og Jón Brian Hvidtfeldt.

Tilmelding til Vinnudagin fer fram á www.industry.fo

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4