Hátíðardagurin hjá føroyskari vinnu verður fríggjadagin. Melda til á www.industry.fo
Áhugin fyri Vinnudegnum er aftur í ár stórur, og væntandi verða knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og fólk, sum hava tilknýti til føroyska vinnu, í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 30. september.
Skráin fyri Vinnudagin 2016 er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Ársins Átaki.
Á skránni eru fyrilestrar við Maria Strømme, virðisløntum professara í nanotøkni, Michael Lemner, stjóra og fyrrverandi ráðgeva hjá fleiri av heimsins stórstu klædnahandilsketum, Pæturi Smith Clementsen, tekniskum stjóra í Fótbóltssambandi Føroya og Høgna Djurhuus, landskendum klummeskrivara.
Tilmelding til Vinnudagin fer fram á www.industry.fo ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.