Seinasta skeiðið á hesum sinni

16. september. 2019 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tað seinasta “Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðið á hesum sinni verður hildið í Tórshavn mándagin og týsdagin í komandi viku.

Skeiðið verður hildið av EUC Nordvest á Hotel Tórshavn mánadagin 23. og týsdagin 24. september. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr.

Fleiri skeið av hesum slagnum hava verið hetta seinasta árið, og tað tykist sum at marknaðurin fyri skeiðinum er mettaður. Tí verður hetta tað seinasta skeiðið á hesum sinni.

Tað er enn okkurt pláss eftir, og tað ber til at melda til á industry@industry.fo við at upplýsa á skeiðsluttakara:

Navn

Føðingardag

Telefonnummar

Teldupost

Fyritøku

Er skeiðsluttakari limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.

Les meir um Vitan her.

Annað á breddanum

  1. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856
  2. Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

    Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

    08. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Skærmbillede 2023 05 30 120113
  3. KT-vinnan setur útflutning á dagsskránna

    KT-vinnan savnast 16. desember fyri at seta útflutning av føroyskum KT-loysnum í miðdepilin og leggja kós fyri altjóða menning

    02. desember. 2025 | KT- og samskifti
    Vinnuhusid 4