Spennandi skrá við brúkaraserfrøðinginum Dorte Wimmer, KT-serfrøðinginum Ólavi Ellefsen og búskaparfrøðinginum Hera á Rógvi.
Ráðstevnan verður í fabrikkini hjá Öström hósdagin 12. mai kl. 9. – 12, og seinasti møguleiki at melda til er í dag.
Skráin:
Dorte Wimmer frá Retail Institute Scandinavia heldur fyrilestur um framtíðarinnar brúkara, um ættarliðið Y og Cross Channel.
Ólavur Ellefsen, stjóri á Tökni, hugleiðir um, hvørjar KT- møguleikar føroyska handilsvinnan hevur, og hvørjar væntanir føroyski brúkarin hevur til talgildar loysnir nú og í framtíðini.
Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur á Lóðri, leggur fram greining av støðuni í føroysku handilsvinnuni.
Luttøkukostnaður og tilmelding
Limir í Handilsvinnufelagnum:
- Kr. 0,- fyri ein luttakara í hvørjari limafyritøku
- Kr. 250,- fyri hvønn starvsfelaga sum kemur afturat
Luttakarar sum ikki eru limir í Handilsvinnufelagnum:
- Kr. 750,-
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: www.industry.fo fram til á miðnátt í kvøld.