Mánakvøldið 3. mai samdust partarnir um at tilkallað semingsmannin
Beint fyri midnátt 3. mai ásannaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini at ikki komst á mál við nýggjum sáttmálum, áðrenn teir gomlu gingu út.
Partarnir vórðu tí samdir um at tilkallað semingsmannin. Semingsmaðurin longdi mánakvøldið sáttmálarnar við einari viku, soleiðis at teir nú ganga út á midnátt mánadagin 10. mai.
Semingsmaðurin hevur innkallað partarnar til seming, sum byrjar hósmorgunin 6. mai.