Seming
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Semingsstovnurin tilkallaður

03. mai. 2024 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Semingsstovnurin er nú komin uppí samráðingarnar við øll fimm arbeiðarafeløgini

Samstundis sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur samráðst við tey fýra feløgini Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag saman, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini ført samráðingar við Havnar Arbeiðskvinnufelag fyri seg.

Í dag, fríggjadagin tann 3. mai, var semingsstovnin tilkallaður, eftir at staðfest var, at ov langt var millum partarnar til at finna eina semju um nýggjar sáttmálar. Eftir at hava tosað við partarnar longdi semingsstovnurin sáttmálarnar til 10. mai á midnátt.

Avtala um fráboðanarfreist
Um sáttmálarnir fara úr gildi ber til hjá pørtunum at lýsa ein arbeiðssteðg sambært avtaluni um fráboðanarfreist. Avtalan sigur, at ein møguligur arbeiðssteðgur skal fráboðast við í minsta lagi 48 tímum til á middegi ella á midnátt og kann ikki fráboðast, fyrrenn sáttmálarnir eru farnir úr gildi, og semingsstovnurin er givin við semingsroyndum sínum.

Ein møguligur arbeiðssteðgur kann soleiðis í fyrsta lagi byrja mánadagin 13. mai á middegi fyri sáttmálaøkið hjá Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya