Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði fríggjakvøldið kl. 22.00 semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini.
Semingsuppskotið varð vrakað á middegi í dag, men eftir samráðingar var nýtt uppskot lagt fram, sum báðir partar góðtóku.
Sáttmálarnir eru sostatt longdir í tvey ár.
Lønarhækkingarnar, sum avtalaðar eru, eru hesar:
1. mai 2018 Lønin hækkar við kr. 3,25 um tíman
1. mai 2019 Lønin hækkar við kr. 3,30 um tíman
1. mai 2019 Lønin hækkar við kr. 3,30 um tíman
Harafturat eru aðrar broytingar í sáttmálanum, eitt nú í viðbótum fyri starvsaldur. Hetta gevur eina samlaða lønarhækking á 5,82% yvir 2 ár.