Semingsmaðurin, Terje Sigurðsson, legði í nátt kl. 01:05 semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Partarnir høvdu freist at svara í dag á middegi. Hvørki Føroya Arbeiðsgevarafelag ella arbeiðarafeløgini góðtóku uppskotið, sum var lagt fyri partarnar. Semingsmaðurin hevur nú lagt frá sær, og semingin er steðgað.
Tey fýra arbeiðarafeløgini fráboðaðu beinanvegin ein arbeiðssteðg, sum er lýstur at koma í gildi týsmorgunin 13. mai 2024 kl. 00:00 (á midnátt mánakvøldið).
Arbeiðssteðgurin fevnir um allar limir í hesum feløgum og fyri øll arbeiðsøki, har møgulig skrivlig avtala ikki er gjørd um undantak fyri arbeiðssteðginum.
Hvør er fevndur av einum møguligum arbeiðssteðgi?
Tvær treytir skulu vera uppfyltar, fyri at starvsfólkið er fevnt av arbeiðssteðgi:
- Starvsfólkið skal verða fevnt av kollektivum sáttmála millum FAG og tey fýra fakfeløgini, sum er partur av arbeiðssteðginum, og
- Starvsfólkið skal vera limur í einum av teimum fýra fakfeløgunum, sum er partur av arbeiðssteðginum.
Sum dømi kann nevnast, at ein arbeiðari, sum er settur sambært handverkarasáttmálanum, ikki er fevndur av arbeiðssteðgi hjá arbeiðarafeløgunum.
Lærlingar, næmingar og praktikantar eru ikki fevndir av einum verkfalli og skulu møta sum vanligt.
Starvsfólk, sum ikki eru limir í einum av fakfeløgunum, sum eru partur av verkfallinum, eru ikki fevnd av verkfallinum, og hava skyldu at møta til arbeiðis sum vanligt.
Les meira um treytir ísv. verkfall á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum her.
Nærri kunning verður send tykkum skjótast gjørligt, og annars so hvørt nakað nýtt er.
Samráðingarnar við Havnar Arbeiðskvinnufelag
Semingsmaðurin hevur avtalað við Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, at semining millum partarnar er fyribils steðgað, nú hini fýra arbeiðarafeløgini hava lýst verkfall. Verkfallið er tí ikki galdandi fyri sáttmálaøkið og limir hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Samband við Vinnuhúsið
Hava tit spurningar í sambandi við hetta, ber til at seta tykkum í samband við Vinnuhúsið á telefon 309900, Niels Winther, stjóra, á telefon 739906, Jórun Gardar, ráðgeva, á telefon 739913 ella Báru Gunnarsdóttir, ráðgeva, á telefon 739903 og Alva Hjelm, ráðgeva, á telefon 739908.