Maskinmeistarafelag
Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Semja gjørd um nýggjan sáttmála

20. mars. 2025 | Tíðindi

Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið hava góðtikið semingsuppskotið frá Semingsstovninum

Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið hava sagt ja til semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fram fyri partarnar kl. 01 í nátt.

Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan upp á 4,32% fyrsta árið og 3,87% annað árið.

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.

Harvið eru samráðingarnar millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og tey trý manningarfeløgini um nýggjar sáttmálar, sum eru galdandi fyri handilsskip, komnar á mál.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya