Semja gjørd við Maskinmeistarafelagið

26. mai. 2014 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið gjørdu fríggjadagin í farnu viku, hin 23. mai, semju um nýggjan 2-ára sáttmála fyri maskinmeistarar í starvi á landi.

Semja hevur við sær eina lønarhækking á 1,63 % 1. juni í ár, og 2,25 % 1. juni 2015. Eisini hækkar eftirlønin við 0,44 %, soleiðis at hon nú er 15 %. Semjan er sostatt á sama støði, sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum varð gjørd fyrst í mai.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið gjørdu eisini avtalu um fráboðanarfreist.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya