342021150 521340210022694 3774868853298473622 N

Semja millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya – verkbannið avlýst

01. mai. 2023 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar | Samhandil

Fyrrapartin varð semja undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya. Tiskil verður einki verkbann, og flúgvingin hjá Atlantsflog heldur fram sum vant.

Flogskiparafelag Føroya og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava í dag bæði góðtikið triðja semingsuppskotið, sum semingsmaðurin legði fyri partarnar fríggjadagin 28. apríl, og skrivaðu partarnir í dag mánadagin 1. Mai undir semju á skrivstovuni hjá semingsmanninum. Flogskiparafelagið sendi semingsuppskotið til uratkvøðu millum limirnar, og ein stórur meiriluti tók undir við uppskotinum.

Semjan hevur við sær, at sáttmálin, sum fór úr gildi 1. apríl 2023 verður endurnýggjaður við ávísum broytingum. Nýggi sáttmálin verður galdandi frá 1. apríl 2023 til 31. Mars 2025, tó at summar broytingar í sáttmálanum fáa gildi 1. November 2023.

Sum partur av semjuni hækkar lønin 1. apríl 2023 við 3,8% og 1. apríl 2024 við 4,04%. Hetta er á sama støði sum í øðrum sáttmálum, sum eru gjørdir á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingarumfarinum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya