Vika 18 Semja FAG Og Samverk

Semja millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk

01. mai. 2023 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar

Fríggjadagin 28. apríl varð skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk (fyrr S&K), galdandi frá 1. mai 2023 til 1. mai 2025

Fríggjadagin 28. apríl varð skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk (fyrr S&K), galdandi frá 1. maj 2023 til 1. maj 2025.

Semjan hevur við sær, at lønirnar hækkað soleiðis:

-  Frá 1. maj 2023 hækkar lønin við 3,80%

-  Frá 1. maj 2024 hækkar lønin 4,04%

Harumframt er nýggj ásetingin komin inn í sáttmálan sum sigur, at fastlønt hava rætt til at keypa eina viku frí um árið. Kostnaðurin av eini viku er 2,24% av árslønini, og kostnaðurin av einum frídegi er 0,45% av árslønini. Lønin í lønartalvuni er framvegis fyri 5 vikur feriu, og ynskja starvsfólk at keypa eina eyka fríviku, verður hetta avroknað sum nevnt omanfyri. Til dømis kann mánaðarlønin lækka tilsvarandi ella verður vikan avroknað, tá frítíðin verður hildin.

Talan er um sama útreiðslukarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði 1. maj 2022.

Sáttmáli og lønartalvur verða nú dagførd, og løgd á heimasíðu okkara skjótast gjørligt.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya