Semja millum Reiðarafelagið fyri Farmaskip og manningarfeløgini

17. juni. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Semjan er á sama støði sum hinir sáttmálarnir, Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt.

Hósdagin 14. juni undirskrivaðu Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Sjómannadeild Føroya Fiskimannafelags undir nýggjan tvey-ára sáttmála.

Umframt tillagingar og broytingar í sjálvum sáttmálanum hevur semjan við sær eina lønarhækking á 1,13 % 1. mars í ár og 1,89 % 1. mars 2014.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya