Ff
Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Semja millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Fiskimannafelag

18. mars. 2025 | Tíðindi | Shipping

Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Fiskimannafelag hava skrivað undir nýggja tvey ára semju

Í dag hava Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Fiskimannafelag skrivað undir tvey ára semju um nýggjar sáttmálar fyri dekkarar og kokkar við handilsskipum.

Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan upp á 3,92% fyrsta árið og 3,87% annað árið. Harumframt hækkar eftirlønin við 0,5%.

Aðrar broytingar og tillagingar eru gjørdar í sáttmálanum, sum inniheldur krøv frá báðum pørtum.

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya