Nýggju sáttmálarnir eru í gildi til 1. mai 2018.
Beint fyri midnátt fríggjakvøldið 6. mai undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, undir nýggjan 2-ára sáttmála.
Umframt tillagingar í sáttmálunum hevur semjan við sær eina lønarhækking á 2,65 kr hin 1. mai 2016 og á 2,60 kr hin 1. mai 2017. Harafturat verður 11-ára starvsaldur settur inn 1. mai 2017. Hesar hækkingar svara til ein karm á 2,2 % fyrra árið og 2,3 % seinna árið.