Samverk

Semja um nýggjan sáttmála við Samverk

08. apríl. 2025 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

Týsdagin 8. apríl skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk undir nýggjan tvey ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. mai 2025 til 1. mai 2027.

Partarnir eru samdir um hesar lønarhækkingar:

  • 1. mai 2025 hækkar lønin við 4,32%
  • 1. mai 2026 hækkar lønin við 3,87%

Eisini verður nýggj áseting sett í gildi 1. januar 2026. Hon inniber, at døgurðasteðgurin sambært grein 3, stk. 1 ikki longur verður drigin frá arbeiðstíðini.

Sostatt fáa starvsfólk, sum arbeiða meira enn fimm tímar um dagin, rætt til løntan døgurðasteðg upp á í minsta lagi 20 minuttir.

Broytingar eru eisini gjørdar í lønartalvunum, har trý lønarstig verða tikin burtur í tveimum lønarbólkum.

Hetta merkir, at tað fer at ganga skjótari at røkka endastiginum:

  • Lønarbólkur 2: Verandi starvsaldur 5, 7 og 9 detta burtur. Eftir standa nú 8 stig
  • Lønarbólkur 4: Verandi starvsaldur 3, 6 og 9 ár detta burtur. Eftir standa nú 11 stig.

Sáttmálin og dagførdu lønartalvurnar verða lagdar út á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum skjótast tilber.

 

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya