Vága Floghavn Semja Undirskrivað

Semja um sáttmálan fyri Vága Floghavn

06. desember. 2024 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið undirskrivaðu tann 4. desember 2024, undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri Vága Floghavn.

Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. januar 2025 á 4,32% og tann 1. januar 2026 á 3,87%. Karmurin er sostatt á sama støði sum allar undanfarnu semjunar í hesum samráðingarumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Sáttmáli og lønartalva verða nú dagførd, og løgd á heimasíðu okkara skjótast gjørligt.

Annað á breddanum

  1. Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?

    Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum

    03. Februar. 2025
    Niels Suni
  2. Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

    Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

    03. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

    Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn

    03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum Finansforbundet Og FAG (Vika 6)