Týsdagin 19. september skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undir semju um nýggjan tveyára sáttmála millum feløgini.
Sáttmálin er fyri miðlafólk, sum starvast í privatu miðlunum.
Semjan hevur við sær somu lønarhækking sum hinar semjurnar, Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í hesi samráðingarrunduni. Hetta merkir, at 1. november í ár hækkar lønin við 2,2 %, og 1. november 2018 hækkar lønin við 2,3 % .