Semja undirskrivað við pilotarnar

04. apríl. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya undirskrivaðu fríggjadagin 1. apríl undir semju um leingjan av verandi sáttmála.

Semjan hevur við sær ávísar tillagingar av sáttmálanum umframt eina lønarhækking á 1,25 % 1. apríl í ár. Hetta er sama lønarhækking, sum hini fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum á landi hava fingið í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði við arbeiðarafeløgunum í mai 2010.
Sáttmálin við Flogskipararnar er longdur til 1. november í ár, tó at lønarhækkingin er galdandi til 1. apríl komandi ár.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya