Semja undirskrivað við SFS, YT og Finansforbundet

18. apríl. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Semjan er á sama støði sum hinir sáttmálar Føroya Arbeiðsgevarafelags.

Fríggjadagin 15. apríl undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og ávikavist SFS og YT, sum eru fakfeløgini hjá starvsfólkum í Eik Banka, sparikassunum, Elektron, Tryggingarfelagnum Føroyar og Føroya Lívstrygging, og Finansforbundet, sum er fakfelagið hjá starvsfólkum í BankNordik og Trygd, undir nýggjan tvey-ára sáttmála.
Mest grundleggjandi broytingin av sáttmálunum er, at partarnir eru samdir um, at egingjaldið til eftirløn verður flutt til arbeiðsgevarin at gjalda.
Hetta hevur við sær broytingar í mun til løn og eftirløn, sum afturat einum yvirflytingarfaktori, orsakað at eftirlønargjaldið verður flutt til arbeiðsgevarin at gjalda, gevur ein samlaðan karm á 1,25 % í 2011 og 2,37 % í 2012.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya