Vika 10 Semja Við FSN
Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Semja við Føroya Skipara- og Navigatørfelag

08. mars. 2023 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar

Í gjár skrivaðu Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag undir semju um nýggjar tvey ára sáttmálar.

Lønin hjá skiparum og navigatørum hækkar tann 1. Mars 2023 við 3,8% og Tann 1. Mars 2024 VIÐ 4,04%. Harumframt eru aðrar tillagingar í sáttmálunum, m.a. at tænastuskip innan alivinnuna, sum eru skrásett føroysku altjóða skipaskránni, gerast partur av sersáttmálanum fyri frálandavinnuna.

Semjan er á sama støði sum aðrar semjur í hesum sáttmálaumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur tilsamans tríggjar sáttmálar við Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Ein høvuðssáttmála og tveir sersáttmálar fyri ávikavist størri og smærri skip í frálandavinnu. Við hesi semju er Reiðarafelagið fyri Handilskip komið á mál við sáttmálasamráðingum við øll trý manningarfeløgini á hesum sinni.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya