Í farnu viku varð semja undirskrivað um nýggjan sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið galdandi fyri maskinmeistarar í vinnu á landi. Sáttmálin er galdandi frá 1. juni 2018 til 1. juni 2020.
Semjan hevði við sær eina lønarhækking á 3,26% 1. juni í ár og 2,56% 1. juni 2019, umframt aðrar tillaðingar í sáttmálanum. Semjan er sostatt á sama støði, sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í mai, og var tann fyrsta í samráðingarrundini 2018-2020.