Semja við Súluna

15. november. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur undirskrivað 2-ára sáttmála við Súluna.

Fríggjadagin 12. november undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súlan, felagið hjá flogternum, undir nýggjan 2-ára sáttmála.
Samráðingarnar við arbeiðarafeløgini leggja neyvt støðið fyri øllum sáttmálum Føroya Arbeiðsgevarafelag ger í hesi samráðingarrundini, og úrslitið av samráðingunum við Súluna avspeglar eisini hetta.
Umframt dagføringar og broytingar í sáttmálanum var lønarhækkingin á sama støði, sum tann hækking, sum arbeiðarafeløgini fingu í var. Hetta merkir eina lønarhækking á 1,25% í 2010 og 2,37% í 2011.
Fyri framman standa nú samráðingarnar við Starvsmannafelagið um sáttmálarnar fyri Føroya Tele og fyri Posta. Hesir sáttmálar ganga út 1. januar 2011.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya