Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at fyrsta formliga stigið er tikið fyri at fáa fríhandlssáttmála í lag millum Føroya og Eurasiatiska búskaparsamveldið (EABS).
Fríggjadagin 24 august skrivaðu Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis-og vinnumálum og Tatiana Valovaya, nevndarlimur og ráðharri fyri búskaparsamstarvi í EABS, undir formligt semjuskjal.
Londini í EABS eru Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgisia og Armenia.
Undirskrivaða semjuskjalið verður grundarlag undir einum øktum samstarvi við EABS við tí fyri eyga at økja um búskaparliga og handilsliga samstarvi millum Føroyar og limalondini í EABS.
Les eisini: Kunningartiltak um handil við EABS londini