Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Faroe Pelagic hava í morgun undirskrivað sersáttmála.

Eisini er Faroe Pelagic vorðið limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum sostatt yvirtekur sersáttmálan við arbeiðarafeløgini um virksemi hjá Faroe Pelagic.