Vinnudagurin 2023 er settur á skrá 29. september 2023 í Norðurlandahúsinum.
Nú fáa føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugað aftur møguleika at kunna seg um viðkomandi evni á Vinnudegnum og at hittast til gaman og álvara. Ársins Virki og Vinnuátakið verða sjálvsagt eisini kosin og heiðrað á ársins Vinnudegi.
Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri Vinnudegnum, sum eins og undanfarin ár verður hildin í Norðurlandahúsinum.
Skráin verður kunngjørd seinni.
Á Vinnudegnum 2022 varð P/F SMS kosið Ársins Virki.
TROM varð valt sum ársins Vinnuátak.