Síðsta freist at lata skattauppgerð inn

03. mai. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á midnátt í kvøld er síðsta freist hjá persónum við roknskaparskyldu at lata skattauppgerð inn.

Fyrr í ár sendi TAKS út skattauppgerð og sjálvuppgávu fyri 2009. Freistin hjá borgarunum at koma við fleiri upplýsingum ella broytingum til tølini hjá TAKS var 15. mars. Hjá teimum, ið hava roknskaparskyldu ella uttanlandsinntøku er freistin tó 3. mai kl. 24:00, sum er á midnátt í kvøld.
Á heimasíðuni hjá TAKS stendur, at einfaldasti hátturin at boða frá broytingum er umvegis www.eskatt.fo. Roknskaparskyldug skulu viðleggja roknskapin og ognaruppgerðina í fílu. Eru aðrar viðmerkingar at fráboða í sambandi við broytingina, skulu tær sendast umvegis 2009@taks.fo.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya