Í dag er síðsta freist at melda til skeið í byggiløgfrøði, sum Vinnunám skipar fyri á Hotel Føroyum, týsdagin 4. mai og mikudagin 5. mai. Luttøkan er avmarkað, men enn eru nøkur pláss eftir.
Vinnunám er felagsheiti fyri skeið og tiltøk, ið eru fyriskipað av Vinnuhúsinum.
Á skeiðinum verður undirvíst í løgtingslóg um útbjóðing v.m. og avtalugrundarlagnum millum byggiharrar og arbeiðstakarar, ABF06. Greitt verður frá ásetingunum á “vanligum” máli, og kunnað verður um dómar og avgerðir, ið eru knýtt at útbjóðingarlógini og AB92, ið er grundarlagið undir ABF06.
Skeiðið er m.a. ætlað teimum, sum fyrireika ella luttaka í útbjóðingum av byggiverkætlanum. Hetta kunnu t.d. vera starvsfólk í byggifyritøkum, fyrisiting hjá byggiharrum og ráðgevar. Onnur áhuga kunnu eisini taka lut á skeiðinum.
Undirvísari verður Peter Andersen, leiðandi løgfrøðingur í Håndværksrådet, ið fleiri ferðir fyrr hevur hildið skeið í Føroyum.
Kostnaðurin fyri skeiðið er kr. 4.900,- hjá teimum, ið eru limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag ella undirfeløgum tess. Kostnaðurin fyri onnur er kr. 5.800,-
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo
Til ber at lesa meira um skeiðið her