Síggj handilslærlingar greiða frá og ver við í lutakasti

16. desember. 2019 | Tíðindi | Handilsvinna

Inni á Facebook síðuna “Vit sum handla” kanst tú síggja ymsar handilslærlingar greiða frá spennandi gerandisdegi sínum, samstundis sum tú kanst vera við í lutakasti um góðar vinningar frá handlunum, har hesir lærlingar eru í læru.

Handilslæran er spennandi og mennandi, bæði persónliga og fakliga.

Í handilslæruni kemur tú í samband við nógv ymisk fólk í einum spennandi og fjølbroyttum gerandisdegi við nógvum og ymiskum uppgávum og avbjóðingum.

Handilsútbúgvingin er góð at hava í skjáttuni, tí hon letur upp fyri nógvum møguleikum.

Tú hevur møguleikan at halda fram, har tú hevur staðið í læru og koma longur upp eftir stiganum. Tú hevur eisini møguleikan at søkja starv í onkrari aðrari fyritøku í handilsvinnuni, har tað er eitt breitt úrval av fyritøkum av ymsum slag.

Handilsútbúgvingin gevur gott innlit í sølu, marknaðarføring og tænastu, umframt roknskapar- og mvg-viðurskifti.

Sostatt er handilsútbúgvingin eisini eitt gott prógv at hava í viðførinum, um tú seinni í lívinum broytir hugsan og velur at fara aðrar vegir.

Annað á breddanum

  1. Føroya Handverksmeistarafelag: Lisitatiónslógin er ein styrki, ikki ein forðing

    Tá SEV í grein á VP sigur at pumpuskipanin í Vestmanna gjørdist dýrari orsaka av lisitatiónslógini, vil Føroya Handverksmeistarafelag gera vart við, at tað er ein undanførsla

    04. Juli. 2024 | Handverk og ídnaður
    Vinnuhusi 4991
  2. Nýggj kanning av marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur og tænastur

    Føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur eftirlýsa betri marknaðaratgongd tollmessiga og veterinert á fleiri áhugaverdum marknaðum. Føroyskir útflytarar av tænastum eftirlýsa fleiri tvískattasáttmálar

    01. Juli. 2024
    Depositphotos 442622378 L
  3. Hvør skal hava heiðurin sum Vinnuátakið 2024?

    Á árliga Vinnudegnum velur ein dómsnevnd á hvørjum ári Ársins Virki og Ársins Vinnuátak. Hetta er eisini ætlanin at gera í ár.

    25. Juni. 2024 | Almenn tíðindi
    VINNUÁTAKIÐ 2024