Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri/eigari?
Bergfrost er ein frystigoymsla. Vit taka ímóti, goyma og avskipa frystar vørur frá virkjum og skipum. Virkið svevur ikki, her verður rættuliga ofta arbeitt alt samdøgrið. Okkara kundar eru bæði føroyskir og útlendskir. Goymslukapasiteturin er 15.000 tons, og Bergfrost er ein av teimum størstu goymslunum í Føroyum. Virkið tók ímóti uml. 60.000 tonsum í 2015.
Hvar heldur fyritøkan til?
Í Fuglafirði (ímillum Havsbrún og Pelagos)
Nær varð hon stovnað?
Í 1995, men byrjaði at taka ímóti í 1996.
Hvussu nógv fólk arbeiða í fyritøkuni?
16 ársverk
Vinnuligir karmar í Føroyum:
Hvat er tað besta, tað almenna hevur gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein seinastu 5 árini?
Hugsa vit kommunalt, so er tað havnaútbyggingarnar. Hugsa vit landið, so var tað flatskatturin, tí hann gjørdi tað munandi lættari hjá okkum at fáa fólk til arbeiðis.
Hvat er tað besta, tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein?
Tað er at halda almennar kostnaðir á einum støði, soleiðis at vit til eina og hvørja tíð eru kappingarførir mótvegis útlandinum.
Hvussu eru almennu vinnukarmarnir sum heild í Føroyum í mun til líknandi fyritøkur í grannalondunum?
Vit høvdu stórar trupulleikar við arbeiðsmegi, men seinastu 3-4 árini hevur verið í lagi. Vit eru sum so ikki darvaðir av almennum reglum, tó so kundi okkurt verið betur ella lættari.
Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommununi, har fyritøkan er?
Umstøðurnar eru trongar, og eru merktar av stórum útbyggingum í løtuni, men um vit hyggja nakrar mánar frameftir, so sær gott út.
Hvat kundi verið betri?
Her er til tíðir rokaligt á kaiøkinum, men nú kemur ein hart tiltrongdur stakkari á økið, og tá verður munandi lættari at halda skil á øllum bingjunum á økinum. Uml. 425 túsund tons av fiskaúrdráttum fóru yvir bryggjukantin og eftir landsvegnum í 2015, og av hesum fóru uml. 100 túsund tons í 40 fót bingjum og bilum eftir landsvegnum. Har vildi eg mælt til, at skip ístaðin komu á Fuglafjørð eftir bingjunum, tí tað hevði spart uppá slit á vegunum, og gjørt ferðsluna munandi tryggari.
Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa? (Um ja, nevn so tær týdningarmestu)
Vit hava vaksi nógv um fyritøkuna síðstu 3 árini, og vit eru komnir langt ávegis at vaksa enn meira. Sum støðan er nú, so eru vit komnir forbí tær forðingarnar vit hava havt.
Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?
Eg síggi fyri mær, at vit hava útbygt frystigoymsluna upp til 25.000 tons innan 1 ár, og at vit komandi árini fara at gera íløgur í at menna logostikkin og tænastustøði, bæði á goymsluni og á havnaøkinum.
Persónligt:
Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?
Nýggjar og spennandi uppgávur hvønn dag.
Hvat er tað mest avbjóðandi?
At halda tænastustøðnum uppi, samstundis sum so stórar útbyggingar fara fram.
Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?
Til tíðir eru teir nógvir.
Hvør ert tú? (lýs teg sjálvan við trimum lýsingarorðum og við 25 orðum.)
Jaligur, álítandi – dugi annars illa at lýsa meg sjálvan.
Spurningar um aktuell mál:
Hvat merkja eitt nú broytingar í hækkaðum avgjøldum fyri tína fyritøku?
Síðan eg byrjaði í fyritøkuni á summri í 2007 eru nógv gjøld hækkað. Millum annað er EL prísurin nærmast tvífalt so høgur í dag sum í 2007. Eg eri eisini bangin fyri, at avgjøldini, ið nú verða løgd á vinnuna, fara at raka okkum, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Vit hava tað gott, tá fiskivinnan hevur tað gott.
Vinnuhúsið varpar ljós á smáar og miðalstórar fyritøkur við at spyrja stjórar innan ymsar vinnugreinar, hvussu tað er at reka fyritøku í Føroyum og teirra gerandisdag.