Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri?
Vit veita leiðsluráðgeving til fyritøkur og stovnar. Sum oftast er talan um ávísar verkætlanir, sum vit loysa saman við okkara kundum.
Hvar heldur fyritøkan til?
Í Saltangará, Heiðavegi 5.
Nær varð hon stovnað?
Fyritøkan varð stovnað 11 mars 1997, og er tí 20 ár í ár.
Hvussu nógv fólk arbeiða í fyritøkuni?
Vit eru 2½ fulltíðarsett, og harumframt 3 freelance.
Vinnuligir karmar í Føroyum:
Hvat er tað besta, tað almenna hevur gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein seinastu 5 árini?
Onki ávíst, sum eg kann koma í tankar um.
Hvat er tað besta tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein?
At útveita flest møguligar útinnandi uppgávur.
Hvussu eru almennu vinnukarmarnir sum heild í Føroyum í mun til hjá líknandi fyritøkum í grannalondunum.
Vinnukarmarnir eru á sama støði, sum hjá øðrum føroyskum fyritøkum. Men prísstøðið á okkara tænastum er munandi lægri enn hjá líknandi fyritøkum aðrastaðni, og hetta er ein avbjóðing.
Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommununi, har fyritøkan er?
Kommunan hevur sera gott forstáilsi fyri vinnulívinum, og umstøðurnar eru á tann hátt góðar.
Hvat kundi verið betri?
Møguliga eru fleiri uppgávur, ið kundu verið útveittar.
Hvussu er atgongdin til fígging av virkseminum hjá fyritøkuni?
Hon er á sama støði, sum hjá øðrum fyritøkum. Krøvini til trygd í samband við fígging eru nógv økt seinnu árini.
Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa?
Týdningarmesta forðingin er starvsfólk við røttu førleikunum. Her kappast vit við lønarlagið hjá tí almenna – og ikki minst tær sømdir, sum fylgja við. Tað kann ofta vera trupult at fáa hetta at hanga búskaparliga saman.
Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?
Eg vænti, at fyritøkan er styrkt enn meira, bæði við førleikum og fíggjarligum grundarlagi. Eg vænti tó ikki, at vit koma at vaksa munandi í starvsfólkatali, men møguliga við 1 – 2 persónum afturat.
Persónligt:
Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?
Tað at skapa nakað sjálvur, og hava beinleiðis ávirkan á hvørjar arbeiðsuppgávur ein leggur seg eftir.
Hvat er tað mest avbjóðandi?
Mest avbjóðandi er at halda ein vanligan arbeiðsdag. Vanligur arbeiðsdagur gerst ofta 10-12 tímar um dagin.
Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?
Umleið 65 tímar í miðal.
Hvør ert tú?
Fjølbroyttur: Havi lætt við at umstilla meg millum ymisk sløg av uppgávum.
Góðskutilvitaður: Tað er umráðandi fyri meg at hava fokus á, at úrslitið av uppgávuni, ið verður loyst, er virðismikið fyri okkara kundar.
Arbeiðssamur: Dámi væl kensluna av at fáa eina uppgávu lidna áðrenn dagurin er liðugur, hóast tað kann gerast ein langur dagur.
Spurningar um aktuell mál:
Hvat heldur tú kann verða gjørt fyri at vaksa um fólkatalið í Føroyum?
Loyva eini stýrdari tilflyting – t.d. nakað líknandi skipanini, sum er í Sveis.
Er atgongdin til arbeiðsmegi nøktandi?
Tað eiga ikki at vera forðingar fyri at fáa fólk úr ES londum til Føroyar, óansæð hvørjum landi talan er um. Hetta eigur bara at vera ein avtala millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara.
Merkir tú nakað til, at arbeiðsloysi er lágt?
Nei.
Vinnuhúsið varpar ljós á smáar og miðalstórar fyritøkur við at spyrja stjórar innan ymsar vinnugreinar, hvussu tað er at reka fyritøku í Føroyum og teirra gerandisdag.