Í eini tíð, har stórur dentur verður lagdur á talgilding sum ein liður í at effektivisera bæði fyritøkur og almennu fyrisitingina, er tað ein sjálvfylgja, at fyritøkur fáa atgongd til almennar skráir.
Í farnu viku var fyrsta viðgerð av uppskot um broytingar í løgtingslóg um ferðslu í Løgtinginum. Lógaruppskotið gevur heimild til, at tað er gjørligt hjá summum fyritøkum at fáa atgongt til almennu akfarsskránna, meðan onnur ikki fáa atgongd.
Grundgevingin hjá Samferðslumálaráðnum er, at talgild atgongd er í stríð við persónsupplýsingar -lógina, og leggur Ráðið upp til, at fyritøkurnar í staðin kunnu gera sum tær plaga og seta seg í samband við antin løgregluna ella Akstovuna. Við øðrum orðum fáa fyritøkurnar, talan er um, atgongd til upplýsingar úr akfarsskránni við at ringja til løgreglu ella til Akstovuna, og tað er sambært Samferðslumálaráðnum ikki í stríð við persónsupplýsingarlógina. Hetta er umsitingarliga tungt og tað gevur ógvuliga lítla meining. Serliga tá hugsað verður um, at aðrar fyritøkur longu hava atgongd til akfarsskránna. Er tað soleiðis at tað er í stríð við persónsupplýsingarlógina, so eigur henda lóggáva at verða tillagað. Í hesum sambandi ber til at seta krøv til, hvussu fyritøkurnar skulu handfara hesar upplýsingar
Lógaruppskotið er til fyrstu viðgerð í løgtinginum. Føroya Arbeiðsgevarafelag vónar, at Løgtingið sær tað mótsigandi í grundgevingingum hjá Samferðslumálaráðnum fyri ikki at ganga viðmerkingunum hjá Handislvinnufelagnum á møti. Eisini er neyðugt at tryggja, at onnur lóggáva verður tillagað, tá ein lóg verður broytt.