Sjálvstøðug vinnurekandi - arbeiðsloysisstuðul, barsilspeningur og sjúkradagpeningur

27. februar. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnunám skipar í næstum fyri einum kunningartiltaki, sum fer at snúgva seg um, hvussu sjálvstøðug vinnurekandi eru fyri, um tey gerast arbeiðsleys, skulu í barnsburðarfarloyvi ella verða rakt av sjúku.

Ferð eftir ferð hevur tað víst seg, at sjálvstøðug vinnurekandi ikki hava verið var við treytir og møguleikar í mun til hesi viðurskifti fyrrenn ov seint er. Endamálið við hesum kunningartiltakið er tí at varpa ljós á hesi viðurskifti. Á kunningartiltakinum luttaka Sylvia í Køk fyri Arbeiðsloysisskipanina, Mai-Britt Vinther fyri Barsilsskipanina og Jan Sjóstein fyri Almannastovuna.
Tiltakið er tilætlað sjálvstøðugum vinnurekandi, eigarum og stjórum.
Kunningartiltakið verður 1. mars kl. 15.00 – 17.00 í Vinnuhúsinum og er bert fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum ella Føroya Prentsmiðjufelag.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya