Sjálvstøðug vinnurekandi skulu framyvir nýta eSkatt

03. mars. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Frá í ár eru krøvini í samband við innlatingina av Sjálvuppgávuni og roknskapum hjá sjálvstøðugum vinnurekandi broytt. Hesi skulu framyvir nýta sjálvavgreiðsluna eSkatt, tá ið tey lata inn. Hetta hevur leingi verið gjørligt, men frá í ár er hetta eitt krav.

Broyttu krøvini stava frá kunngerð, sum ásetur, at allir roknskapir til TAKS skulu latast inn talgilt sum PDF ella Excel fíla, og at roknskapirnir skulu latast inn umvegis sjálvavgreiðslu hjá TAKS. Hjá sjálvstøðugum vinnurekandi er rætta sjálvavgreiðslan eSkatt. Ein roknskapur kann tó einans latast inn við eSkatt, um Sjálvuppgávan samstundis verður latin inn. Tískil mugu øll sjálvstøðug vinnurekandi nýta eSkatt.

 

Vanliga Sjálvuppgávan verður ikki send út

Orsakað av broyttu krøvunum, hevur TAKS avgjørt ikki at senda út vanligu Sjálvuppgávuna. Ístaðin fáa fólk eitt bræv við heitinum “Tín Sjálvuppgáva 2013”. Brævið er ein áheitan til øll, um at nýta eSkatt til at lata Sjálvuppgávuna inn. Í brævinum finst persónliga loynitalið, sum skal nýtast til at fáa atgongd til eSkatt, umframt nakað av kunning og vegleiðing. Tey, sum hava MínBoks, fáa brævið tann vegin longu 28. februar, meðan restin fær brævið í postkassan í fyrru helvt av mars.  

 

Feløgini lata inn við Vinnuglugganum

Feløg og felagsskapir skulu eisini lata sínar Sjálvuppgávur og roknskapir inn talgilt, men hesi skulu nýta Vinnugluggan.

Broyttu mannagongdirnar í samband við innlating av roknskapum og sjálvuppgávum til TAKS, eru partur av verkætlanini eRoknskap, sum verður stýrd av Fíggjarmálaráðnum, og sum hevur til endamáls at fáa allar roknskaparupplýsingar til almennu stovnarnar TAKS, Hagstovuna og Skráseting Føroya talgildar.

 

Freistin at lata Sjálvuppgávu inn

Hjá persónum og sjálvstøðugum vinnurekandi er freistin at lata Sjálvuppgávuna inn 1. mai 2014. Hjá feløgum og felagsskapum er freistin 1. juli 2014.

www.taks.fo fyri meiri kunning um Sjálvuppgávu, talgildar roknskapir, eSkatt og Vinnugluggan.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya