Sjálvuppgávan hjá feløgum latast inn 1. juli

26. juni. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

TAKS boðar frá, at freistin hjá feløgum at lata sjálvuppgávuna inn nærkast. Í ár eins og undanfarin ár er evsta mark tann 1. juli 2013.

Partafeløg, smápartafeløg og onnur feløg og felagsskapir skulu geva sína skattskyldugu inntøku upp á einari sokallaðari sjálvuppgávu. Vinningur ella tap eftir kapitalvinningsskattalógini skulu gevast upp á kapitalvinningssjálvuppgávuni, sum verður latin inn saman við vanligu sjálvuppgávuni.

Feløgini, ið eru nevnd omanfyri, eru altíð skrásett við einum V-tali og fáa altíð eina Sjálvuppgávu sendandi, ið skal latast inn saman við roknskapi við uppgerð yvir inntøkur og/ella frádráttir.

TAKS sigur, at Vinnugluggin er eitt hent amboð, nú sjálvuppgávurnar skulu latast inn. Tað er bæði skjótari og lættari at avgreiða síni viðurskifti á Vinnuglugganum.

Fleiri og fleiri vinnukundar hjá TAKS velja at brúka Vinnugluggan, har vinnukundin í stóran mun sjálvur avgreiðir síni viðurskifti við TAKS. Hagtøl hjá TAKS vísa, at higartil í ár eru slakir 1000 nýggir brúkarar skrásettir í Vinnuglugganum.

Grannskoðarar, ið avgreiða sjálvuppgávuna fyri vinnukundar, hava í ár fingið eitt nýtt amboð. Vinnugluggin hjá TAKS letur upp fyri møguleikanum hjá grannskoðarum, við loyvi frá vinnukundanum, at avgreiða sjálvuppgávuna fyri vinnukundan. Hesin møguleiki ger arbeiðsgongdina smidligari og skjótari.

Vinnugluggin er eitt stig ímóti øktari sjálvavgreiðslu fyri vinnuna. Vinnugluggin er ein gluggi, har vinnan kann fáa innlit í og avgreiða nøkur av sínum viðurskiftum við TAKS. Vinnugluggin er fyri øll, sum hava v-tøl.

Meira kann lesast um Vinnugluggan og skráseting her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya